140x140

Rognkelsi sum reinsifiskur

Rognkelsi sum reinsifiskur

Nógvar royndir verða gjørdar við at nýta rognkelsi sum lúsaátara. Framleiðslan av rognkelsum í Føroyum er ikki nokk til føroysku alivinnuna, og tí verða rognkelsi innflutt úr Íslandi. Vitanin um at nýta rognkelsi, og hvørja  ávirkan tað kann hava á umhvørvið er enn avmarkað. M.a. hevur verið kannað um genetiskur munur er á føroyskum og íslendskum rognkelsum.

Rognkelsi verða sett út saman við laksinum. Í treytunum, sum Umhvørvisstovan setir fyri at brúka rognkelsi, er serligur dentur lagdur á, at feløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa úr ringunum. Um nýggj vitan kemur fram um neiliga ávirkan av rognkelsum, kann Umhvørvisstovan herða treytirnar ella nokta fyri, at rognkelsi verða sett út.

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Rognkelsi sum reinsifiskur